Author Archives: rokur
Úttøka til Danish Open 2023
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til Danish Open 2023, sum verður í Bellahøj Svømmestadion í Brønshøj hin 1. til 4. apríl 2023. Hetta sum tilmælt av landsliðsvenjaranum: Alisa Vestergård (2003), SuSvim Bartal Debes (2002), SuSvim Bartal E. Eidesgaard … Continue reading
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2023
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður á Panorama á Hotel Hafnia á Áarvegi 8 í Tórshavn, hóskvøldið hin 23. mars 2023 frá kl 18:00. Sí viðfesta skjal: SSF-adalfundur-2023-innkalling-2.pdf Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya. Vegna starvsnevnd SSF Rókur
Úrslit frá Ægir Open 18. og 19. februar 2023
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni Ægir Open, sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll í Klaksvík, nú leygardagin 18. og sunnudagin 19. februar 2023. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se
Úttøkuskipan til EM U23 2023 í Dublin
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi Evropeisku Meistarastevnu fyri U23, sum verður í Dublin í Írlandi frá 10. til 13. august 2023. Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum.
Innbjóðing til SuSvim-stevnu á Tvøroyri 4. mars 2023
Her er innbjóðing til “Suðuroyar Sparikassa Stevnu Mars 2023”, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í svimjihylinum í Tvøroyra skúla hin 4. mars 2023, fyri okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4.
Ungdóms- og juniorlandsliðslega í Vági
Hetta vikuskiftið er stór ungdóms- og juniorlandsliðslega í Vági, sum landsliðsvenjarin skipar fyri saman við venjarum úr føroysku svimjifeløgunum. Tey byrjaðu við venjing í gjárkvøldið, og venja so tvær ferðir í dag, umframt juniorlandsliðið aftur í morgin.








