Author Archives: rokur

Lea 34.01 og nýtt føroyskt met í 50 bringu

Lea Osberg Højsted (2007) úr Ægir setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í C-finaluni á Danish Open 2023 svam seg til úrslitið 34.01 sekund. Hon átti sjálv … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Lea 34.01 og nýtt føroyskt met í 50 bringu

Úrslit frá Reysta-stevnuni 25. mars 2023

Her eru úrslitini frá svimistevnuni sum Svimjifelagið Reysti skipaði fyri í svimjihøllini í Leirvík, nú leygardagin hin 25. mars 2023. Hetta var svimjistevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1 til 3, tilsamans vóru tey eini 128 sum kappaðust í Leirvík í … Continue reading

Posted in Óbólkað | Comments Off on Úrslit frá Reysta-stevnuni 25. mars 2023

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2023

Svimjisamband Føroya hevði í kvøld hin 23. mars 2023 sín árliga aðalfund, á Panorama á Hotel Hafnia í Havn. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini ein røð av innkomnum málum frá starvsnevndini, og val av næstformanni, … Continue reading

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2023

Úrslit frá HS Open 18. og 19. mars 2023

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni HS Open, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 18. og sunnudagin 19. mars 2023. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á swimrankings.net og her á tempus.fo

Posted in Óbólkað | Comments Off on Úrslit frá HS Open 18. og 19. mars 2023

Luttakaralistar og úrslit frá HS Open 18. og 19. mars 2023

Havnar Svimjifelag skipar nú í vikuskiftinum fyri svimjistevnuna HS Open Mars 2023, í Svimjihøllini í Gundadali. Hetta er næstsíðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2023, á svimjistevnu her heima í Føroyum. Luttakaralistarnir síggjast her og úrslitini her. Til ber … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Luttakaralistar og úrslit frá HS Open 18. og 19. mars 2023

Innbjóðing til Atlantic Open 2023

Her er innbjóðing til svimjistevnuna Atlantic Open 2023, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali hin 14. til 16. apríl 2023. Hetta er síðsta stevna her heima, áðrenn kravtíðarskeiðið endar til Oyggjaleikir 2023.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til Atlantic Open 2023