Author Archives: rokur
Luttakaralistar og úrslit frá HS Open 18. og 19. mars 2023
Havnar Svimjifelag skipar nú í vikuskiftinum fyri svimjistevnuna HS Open Mars 2023, í Svimjihøllini í Gundadali. Hetta er næstsíðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2023, á svimjistevnu her heima í Føroyum. Luttakaralistarnir síggjast her og úrslitini her. Til ber … Continue reading
Innbjóðing til Atlantic Open 2023
Her er innbjóðing til svimjistevnuna Atlantic Open 2023, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali hin 14. til 16. apríl 2023. Hetta er síðsta stevna her heima, áðrenn kravtíðarskeiðið endar til Oyggjaleikir 2023.
Innbjóðing til Reysta-stevnu 25. mars 2023
Her er innbjóðing til svimjistevnu í svimjihøllini í Leirvík, leygardagin hin 25. mars 2023, sum Svimjifelagið Reysti skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar: 1, 2 og 3.
World Aquatics og LEN broytt junioraldurin hjá kvinnum
Altjóða svimjisambandið World Aquatics broytti herfyri junioraldursbólkin hjá kvinnum, at frá nú vera tær sum fylla millum 14 og 18 ár í viðkomandi kalendaraári, heldur enn 13 til 17 ár. Harvið hava juniorgentur og dreingir sama aldur, har tað til … Continue reading
Nýggj svimjinevnd skipað
Sum lýst í sambandi við kalendarafundin herfyri, so høvdu Bjørg Jensen og Jón Bjarnason tá bjóðað seg fram til at vera nýggj svimjinevnd, og hevur Rakul Arnfríð Dam nú eisini bjóðað seg fram. Nýggja svimjinevndin hevði fund her í vikuni, … Continue reading
Innbjóðing til HS Open 18. og 19. mars 2023
Her er innbjóðing til svimjistevnuna HS Open sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 18. og sunnudagin hin 19. mars 2023.








