Author Archives: rokur

Startlisti til FLOT-stevnuna 1. februar 2025

Her eru luttakaralistarnir til FLOT-stevnuna nú leygardagin hin 1. februar 2025, sum Svimjifelagið FLOT skipar fyri í svimjihøllini í Tofta skúla. Tilsamans eru tey heili 283 úr okkara yngstu aldursbólkum, sum ætla sær at kappast á Toftum, hendan dagin.

Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til FLOT-stevnuna 1. februar 2025

Innbjóðing til HS Open 7. – 8. februar 2025

Rætting 30/1: Hendan stevna er 8. – 9. februar, ikki 7. – 8. februarRætting 3/2: 800 frí kvinnur og 1500 frí menn væntaði í skránni Her er innbjóðing til svimjistevnuna HS Open hin 8. og 9. februar 2025, sum Havnar … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til HS Open 7. – 8. februar 2025

Jóhanna 2:25.71 og nýtt føroyskt met í 200 firvald á langgeil

Jóhanna Ólavsdóttir (2007) úr Fuglafjarðar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon í finaluni á Reykjavík International 2025 svam seg til silvurheiðursmerki við tíðini 2:25.71. Hon átti … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Jóhanna 2:25.71 og nýtt føroyskt met í 200 firvald á langgeil

Innbjóðing til FLOT-stevnu 1. februar 2025

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið FLOT skipar fyri í svimjihylinum í Tofta skúla, leygardagin hin 1. februar 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til FLOT-stevnu 1. februar 2025

Forfólkafundur 25. januar 2025

Svimjisamband Føroya skipaði í dag fyri forfólkafundi á Hotel Hafnia í Havn, við luttøku av umboðum úr øllum okkara 7 feløgum, umframt starvsnevnd, svimjinevnd og íðkaranevnd SSF. Til viðgerðar vóru serliga ætlanirnar fyri 2025. Sí í fyrstu atløgu hesi skjøl … Continue reading

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Forfólkafundur 25. januar 2025

Úrslit frá Kvívíksstevnuni 18. januar 2025

Her eru úrslini frá svimjistevnuni sum Svimjifelagið Hellufossur skipaði fyri í svimjihylinum í Kvívík, leygardagin hin 18. januar 2025. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá Kvívíksstevnuni 18. januar 2025