Author Archives: rokur
Skipan til úttøku av venjarum og leiðarum SSF
Starvsnevnd SSF samtykti herfyri fyrstu útgávu av skipan SSF til úttøku av venjarum og leiðarum, omaná drúgva viðgerð eisini saman við feløgunum. Hetta til at hava greiðar reglur fyri hvussu hesi verða úttikin, umframt at hava grundleggjandi treytir á skrift … Continue reading
World Aquatics góðkent Swim Open Tórshavn og FML 2025 sum úttøkustevnur til HM 2025
Altjóða svimjisambandið hevur nú váttað, at hesar báðar stevnur eru góðkendar sum úttøkustevnur til HM 2025 í Singapore: Swim Open Tórshavn hin 24. til 26. apríl 2025 FM á langgeil í Vági hin 7. til 8. juni 2025 Har eru … Continue reading
Úrslit frá HS Open 8. og 9. februar 2025
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni HS Open, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin hin 8. og sunnudagin hin 9. februar 2025. Hetta var fyrsta svimjistevna á langgeil í nýggja langhylinum í Havn. Úrslitini síggjast eisini … Continue reading
SSF kalendarafundurin 2025
SSF hevði sín árliga kalendarafund í dag, har tillagingar vórðu gjørdar til árið 2025, og kalendarin avtalaður so frægt sum vit nú kunnu til í 2026. Hartil vóru ymisk evni viðgjørd, runt tað at skipa fyri svimjistevnum í Føroyum.
Líggjas ársins stjørnuskot 2024
Líggjas Joensen (2008) úr Ægir varð nú leygarkvøldið hin 1. februar 2025 avdúkaður sum Ítróttastjørnuskotið 2024, á Ítróttafagnaðinum 2024 sum Ítrottasamband Føroya skipaði fyri í Løkshøll í Runavík.
Úrslit frá FLOT-stevnuni 1. februar 2025
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Svimjifelagið FLOT skipaði fyri í svimjihylinum í Tofta skúla, nú leygardagin hin 1. februar 2025. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.








