Author Archives: rokur
Jóhanna 2:25.71 og nýtt føroyskt met í 200 firvald á langgeil
Jóhanna Ólavsdóttir (2007) úr Fuglafjarðar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon í finaluni á Reykjavík International 2025 svam seg til silvurheiðursmerki við tíðini 2:25.71. Hon átti … Continue reading
Innbjóðing til FLOT-stevnu 1. februar 2025
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið FLOT skipar fyri í svimjihylinum í Tofta skúla, leygardagin hin 1. februar 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Forfólkafundur 25. januar 2025
Svimjisamband Føroya skipaði í dag fyri forfólkafundi á Hotel Hafnia í Havn, við luttøku av umboðum úr øllum okkara 7 feløgum, umframt starvsnevnd, svimjinevnd og íðkaranevnd SSF. Til viðgerðar vóru serliga ætlanirnar fyri 2025. Sí í fyrstu atløgu hesi skjøl … Continue reading
Úrslit frá Kvívíksstevnuni 18. januar 2025
Her eru úrslini frá svimjistevnuni sum Svimjifelagið Hellufossur skipaði fyri í svimjihylinum í Kvívík, leygardagin hin 18. januar 2025. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2025
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum, Eystara Bryggja 30 í Tórshavn, hósdagin hin 20. mars 2025 frá kl 17:30. Sí viðfesta skjal: SSF-adalfundur-2025-innkalling-2.pdf Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya. Vegna starvsnevnd SSF Rókur
Innbjóðing til FLOT-stevnu 1. februar 2025
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið FLOT skipar fyri í svimjihylinum á Toftum, leygardagin hin 1. februar 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.








