Author Archives: rokur

Kunning um Oyggjaleikir 2025

Fyriskipararnir av Oyggjaleikum 2025 sendu okkum herfyri niðanfyri standandi kunning um svimjistevnuna sum verður har á Orkney, 14. til 17. juli 2025. Sum heild sær tað rættiliga gott út, m.a. við góðum plássi til áskoðarar.

Posted in Kapping | Comments Off on Kunning um Oyggjaleikir 2025

Lea 1:12.91 og føroyskt met í 100 bringu

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open svam seg til úrslitið 1:12.91. Hon átti sjálv metini á … Continue reading →

Posted in Kapping | Comments Off on Lea 1:12.91 og føroyskt met í 100 bringu

Katja og Rúni úttikin til EM U23

Evropeiska svimjisambandið fráboðaði nú á døgverða, hvørjir dómarar ið tey hava úttikið til EM U23, sum verður í Samorin í Slovakia hin 26. til 28. juni 2025. Har í millum eru altjóða yvirdómarar Katja Lervig og Rúni Gaardbo, sum vóru … Continue reading →

Posted in Heilsa | Comments Off on Katja og Rúni úttikin til EM U23

Kunning um EM í Open Water 2025

Evropeiska svimjisambandið skipar hin 28. til 31. mai 2025 fyri EM í Open Water í Stari Grad á oynni Hvar í Kroatia, eftir ætlan við eisini luttøku av føroyskum svimjarum. Nú finst kunningarfaldarin her á heimasíðuni hjá European Aquatics

Posted in Kapping | Comments Off on Kunning um EM í Open Water 2025

Innbjóðing til HS-stevnu 12. apríl 2025

Her er innbjóðing til bólkastevnu sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 12. apríl 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngru aldursbólkar.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til HS-stevnu 12. apríl 2025

23 lond hava nú undirskrivað DEI-yvirlýsing EA

Svimjisamband Føroya er sum fráboðað eitt av londunum sum hevur undirskrivað inklusjóns-yvirlýsingina hjá European Aquatics, og eru vit nú 23 av 52 londum sum taka undir við hesi áskoðan. Sí tíðindabrævið her

Posted in Felagsskapur | Comments Off on 23 lond hava nú undirskrivað DEI-yvirlýsing EA