Author Archives: rokur

Lea 33.88 og nýtt føroyskt met og juniormet í 50 bringu

Lea Osberg Højsted megnaði fyri løtu síðani at seta nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim Open í Páls Høll í Vági svam seg til úrslitið 33.88. Hon átti sjálv føroyska … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Lea 33.88 og nýtt føroyskt met og juniormet í 50 bringu

Innbjóðing til SuSvim-stevnu 8. mars 2025

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 8. mars 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, har tey svimja breiddir í langhylinum.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til SuSvim-stevnu 8. mars 2025

Startlistar til SuSvim Open 22. og 23. februar 2025

Her eru startlistarnir til svimjistevnuna SuSvim Open Februar 2025, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 22. og sunnudagin hin 23. februar 2025. Listarnir síggjast eisini her á Swimify

Posted in Kapping | Comments Off on Startlistar til SuSvim Open 22. og 23. februar 2025

Innbjóðing til Lions Open 15. – 16. mars 2025

Her er innbjóðing til svimjistevnuna Lions Open Mars 2025, sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin 15. og sunnudagin 16. mars 2025. Hetta vikuskiftið er síðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2025 á Orkney.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til Lions Open 15. – 16. mars 2025

Skipan til úttøku av venjarum og leiðarum SSF

Starvsnevnd SSF samtykti herfyri fyrstu útgávu av skipan SSF til úttøku av venjarum og leiðarum, omaná drúgva viðgerð eisini saman við feløgunum. Hetta til at hava greiðar reglur fyri hvussu hesi verða úttikin, umframt at hava grundleggjandi treytir á skrift … Continue reading

Posted in Lógir og reglugerðir | Comments Off on Skipan til úttøku av venjarum og leiðarum SSF

World Aquatics góðkent Swim Open Tórshavn og FML 2025 sum úttøkustevnur til HM 2025

Altjóða svimjisambandið hevur nú váttað, at hesar báðar stevnur eru góðkendar sum úttøkustevnur til HM 2025 í Singapore: Swim Open Tórshavn hin 24. til 26. apríl 2025 FM á langgeil í Vági hin 7. til 8. juni 2025 Har eru … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on World Aquatics góðkent Swim Open Tórshavn og FML 2025 sum úttøkustevnur til HM 2025