Author Archives: rokur
Ófør úrslit á SuSvim stevnu
Tað byrjar av álvara at merkjast at Oyggjaleikir nærkast, nú Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri Bank Nordik stevnu í Vági í vikuskiftinum. 2 svimjarar nýttu høvið at svimja seg undir kravtíð til Oyggjaleikir, umframt at 5 føroysk met vórðu sett, og … Continue reading
Hylurin á Isle of Wight er ov stuttur
Fyriskipararnir av komandi svimjistevnu á Oyggjaleikum hava í skrivi fráboðað luttakarunum, at oyggjaleikahylurin á Isle of Wight ikki lýkur krøvini hjá altjóða svimjisambandinum FINA. Trupulleikin er at hylurin er nakrar millimetrar ov stuttur, sum merkir at úrslit svomin har ikki … Continue reading
Pál í finalu á HM í Dubai
Nú fríggjadagin og sunnudagin fer Pál Joensen at luttaka á heimsmeistarastevnuni á stuttgeil í Dubai, fríggjamorgun við góðum møguleika at sleppa í finalu sama seinnapart, og sunnudagin við føstum plássi í finaluni. Vónirnar til heiðursmerki eru góðar, við tað at … Continue reading
Fimm met afturat á NJM 2010
Magnus Jákupsson setti í morgun føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hann á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Kastrup svam teinin upp á 2:04.82, har metið hjá honum frá føroyameistarastevnuni í vár var 2:04.99. Birita Debes setti eisini … Continue reading
Gongur upp á stás hjá føroyingunum í Kastrup
Sum onkur viðmerkti nú í kvøld, so eru føroyingarnir klárt fremst, tá ið tað kemur til at betra seg mest á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Kastrup. Til nú hava tey sett 1 føroyskt met, 6 juniormet og 2 landsliðsmet fyri juniorar, … Continue reading
Fín byrjan uppá NJM 2010
Føroyingar fingu eina góða byrjan á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Kastrup í morgun, tá ið Cecilia Eysturdal longu í fyrstu kapping setti føroyskt juniormet í 800 frí. Løtu seinni setti Birita Debes føroyskt juniormet í 100 frí, og hareftir Magnus Jákupsson … Continue reading









You must be logged in to post a comment.