Author Archives: rokur
Góðar vónur fyri finalurnar á 2. degi
Næsti morgun gekk væl betri enn fyrsti, hjá svimjarum okkara á Isle of Wight. 7 ferðir svumu tey seg í finalu í kvøld við bestu tíð av øllum, og í einum fýra-seks øðrum førum burdu vit eisini havt møguleika fyri … Continue reading
Ein harður fyrsti dagur hjá svimjarunum
Hóast okkara svimjarar sum heild vóru skjótari enn á seinastu leikum, so varð tað ikki til meira enn 2 gull, 3 silvur og 1 bronsu, hendan fyrsta svimjidagin á Oyggjaleikum 2011, í mun til 4 gull, 3 silvur og 2 … Continue reading
So er svimjingin byrjað á Oyggjaleikum
Tað gekk gott nokk upp og niður á Oyggjaleikastevnuni í svimjing í morgun, nú føroyingarnir skuldu royna seg fyri fyrstu ferð. Onkur misti brillurnar og reyk út úr finaluni, og onnur spardu seg so mikið at tey mundu heldur ikki … Continue reading
Nógv heiðursmerki á AMÍ 2011
Føroysku svimjararnir vunnu tilsamans 9 gull, 9 silvur og 6 bronsuheiðursmerki á AldursflokkaMót Íslands á Akureyri um vikuskiftið, hóast teir fyri størsta partin hoyrdu til yngru svimjararnar í hvørjum aldursbólki, og høvdu torført við at venja seg við at kappast … Continue reading
13 svimjarar til AMÍ 2011
Nú seinnapartin 22. juni fóru 13 ungir svimjarar við Norrønu til Íslands, at fyrst kappast á Aldursflokkameistaramót Íslands á Akureyri 23. til 26. juni 2011, og síðani venja. Talan er um svimjarar úr flestu feløgum, sum vórðu úttiknir eftir føroyameistarastevnuni … Continue reading
So eru tað Oyggjaleikir 2011
Í næstu viku verða 14. Oyggjaleikir hildnir á Isle of Wight, við luttøku av 14 føroyskum svimjarum. Tvær ferðir hevur svimjilandsliðið vunnið leikirnar, seinast so mikið dyggiliga at Føroyar eisini vunnu leikirnar sum heild. Hesuferð er liðið í stóran mun … Continue reading









You must be logged in to post a comment.