Author Archives: rokur

Luttakaralistar til HS Open 13. og 14. februar 2026

Her eru luttakaralistarnir til svimjistevnuna sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú fríggjakvøldið 13. og leygardagin 14. februar 2026. Listarnir síggjast eisini her á Swimify

Posted in Kapping | Comments Off on Luttakaralistar til HS Open 13. og 14. februar 2026

Innbjóðing til SuSvim-stevnu 21. februar 2026

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 21. februar 2026. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1 til 4.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til SuSvim-stevnu 21. februar 2026

Innbjóðing til HS Open 13. – 14. februar 2026

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, fríggjakvøldið 13. og leygardagin 14. februar 2026.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til HS Open 13. – 14. februar 2026

Úrslit frá FLOT-stevnuni 31. januar 2026

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Svimjifelagið FLOT skipaði fyri í svimjihylinum í Tofta skúla, nú leygardagin hin 31. januar 2026. Tilsamans vóru tey 280 svimjarar sum kappaðust hendan dagin, úr yngstu bólkum okkara 1, 2 og 3.

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá FLOT-stevnuni 31. januar 2026

SSF forfólkafundur 24. januar 2026

Svimjisamband Føroya skipaði í gjár fyri forfólkafundi í ÍSF-húsinum í Havn, har starvsnevnd SSF og forfólk og nevndarlimir úr limafeløgum SSF møttust til kunning og umrøða um framtíðarætlanir SSF, umframt onnur innanhýsis viðurskifti. Sí dagførdu virksemis- og landsliðsætlan her á … Continue reading

Posted in Felagsskapur, Óbólkað | Comments Off on SSF forfólkafundur 24. januar 2026

Svimjifelagið Neptun nú limur í SSF

Starvsnevnd SSF samtykti í gjárkvøldið at góðkenna umsókn frá Svimjifelagnum Neptun í Runavík, um limaskap í Svimjisambandi Føroya. Vit eru sostatt nú 8 virkin feløg í SSF. Vælkomin Neptun !

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Svimjifelagið Neptun nú limur í SSF