Author Archives: rokur

Líggjas 1:53.83 og stórt føroyskt juniormet í 200 frí

Líggjas Joensen (2008) úr Ægir setti nú fyrrapartin stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2024 svam seg til B-finalu við tíðini 1:53.83. Magnus Jákupsson átti metið á … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Líggjas 1:53.83 og stórt føroyskt juniormet í 200 frí

So er tað Danish Open 2024

Nú hósmorgunin 11. apríl byrjar Danish Open 2024, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum. Hetta er stóra OL-úttøkustevnan hjá dønum, og tískil eisini hjá okkum so leingi sum vit ikki hava sjálvstøðugan OL-limaskap. Startlistarnir síggjast her á Swimify, har eisini … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on So er tað Danish Open 2024

Innbjóðing til FM og JM á langgeil 2024

Her er innbjóðingin til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á langgeil 2024, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági hin 10. til 12. mai 2024. Tilmeldingin fer fram á data.tempus.fo

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til FM og JM á langgeil 2024

Úrslit frá Reysta-stevnuni 6. apríl 2024

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Svimjifelagið Reysti skipaði fyri í svimjihøllini í Leirvík, nú leygardagin hin 6. apríl 2024. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá Reysta-stevnuni 6. apríl 2024

Innbjóðingin til ABMS 2024 tillagað

Her er tillagað innbjóðing til AldursBólkaMeistaraStevnuna í Klaksvík hin 20. og 21. apríl 2024, sum samtykt av svimjinevnd SSF eftir umbøn frá feløgum. Tillagingarnar eru litaðar við gulum.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðingin til ABMS 2024 tillagað

Startlisti til Reysta-stevnuna 6. apríl 2024

Her er luttakaralistin til svimjistevnuna sum Svimjifelagið Reysti skipar fyri í svimjihøllini í Leirvík nú leygardagin hin 6. apríl 2024. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til Reysta-stevnuna 6. apríl 2024