Author Archives: rokur
Kravtíðir til Oyggjaleikir 2017
Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Oyggjaleikir 2017, sum verða á Gotlandi frá 24. til 30. juni 2017. Kravtíðirnar síggjast eisini her á hesi heimasíðu.
Róland 1:03.43 og nýtt føroyskt juniormet í 100 bringu
Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag setti í dag stórt nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 1:03.43. Hann átti sjálvur føroyska juniormetið á 1:04.10, frá JM/MU í apríl … Continue reading
Róland 29.00 og nýtt føroyskt juniormet í 50 bringu
Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag setti í morgun nýtt føroyskt juniormet í 50 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 29.00 sekund. Róland átti sjálvur føroyska juniormetið á 29.07 sekund, frá JM/MU í … Continue reading
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2016
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum fríggjakvøldið hin 21. oktober 2016 frá kl 18:30. Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya.
Innbjóðing til HS-stevnu á Argjum hin 17. september 2016
Her er innbjóðing til svimjistevnu á Argjum, leygardagin hin 17. september 2016, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er kapp fyri okkara aldursbólkarnar 2 og 3, sum eru gentur føddar ár 2005-2008 og dreingir føddir ár 2004-2006.
Innbjóðing til SMS stevnu 24. og 25. september 2016
Her er innbjóðing til SMS stevnu í Gundadali hin 24. og 25. september 2016, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Stevnan er ‘opin’, tað vil siga fyri allar aldursbólkar uttan nakað bólkabýti, og sæst eisini í kalendaranum hjá Svimjisambandi Føroya.









You must be logged in to post a comment.