Author Archives: rokur
Startlistar til Ægir-stevnuna 22. og 23. oktober 2016
Her eru startlistarnir til svimjistevnuna sum Ægir skipar fyri, í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin og sunnudagin hin 22. – 23. oktober 2016.
Innbjóðing til Reysta-stevnu 29. oktober 2016
Her er innbjóðing og tilmeldingarfíla til svimjistevnu fyri okkara yngru aldursbólkar 2 og 3, í svimjihøllini í Leirvíkar skúla, leygardagin hin 29. oktober 2016. Tað eru gentur føddar í 2005 til 2008 og dreingir føddir í 2004 til 2007.
Kravtíðir til Oyggjaleikir 2017
Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Oyggjaleikir 2017, sum verða á Gotlandi frá 24. til 30. juni 2017. Kravtíðirnar síggjast eisini her á hesi heimasíðu.
Róland 1:03.43 og nýtt føroyskt juniormet í 100 bringu
Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag setti í dag stórt nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 1:03.43. Hann átti sjálvur føroyska juniormetið á 1:04.10, frá JM/MU í apríl … Continue reading
Róland 29.00 og nýtt føroyskt juniormet í 50 bringu
Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag setti í morgun nýtt føroyskt juniormet í 50 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 29.00 sekund. Róland átti sjálvur føroyska juniormetið á 29.07 sekund, frá JM/MU í … Continue reading
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2016
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum fríggjakvøldið hin 21. oktober 2016 frá kl 18:30. Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya.









You must be logged in to post a comment.