Author Archives: rokur
Innbjóðing til Ægir bólkastevnu 16. januar 2021
Her er innbjóðing til bólkastevnu í Klaksvíkar svimjihøll hin 16. januar 2021, sum Ægir skipar fyri, sjálvsagt við fyrivarni fyri støðuni við koronu. Hetta er svimjistevna fyri okkara yngstu aldursbólkar – 1, 2 , 3 og 4.
Svimjisambandið 40 ár
Í dag eru tað 40 ár síðani, at Svimjisamband Føroya varð stovnað. Undir vanligum umstøðum høvdu vit viljað hátíðarhildið hendan dagin – men vegna koronafarsóttina hevur starvsnevnd SSF avgjørt at bíða við hesum, til vit kunnu bjóða veruliga inn.
SuSvim Open 12. desember 2020 avlýst
Av tí at Strandferðslan í gjár avlýsti túrin suður í morgun kl 07:00, so meldaðu feløgini norðanfjørðs tá frá. Hetta viðførdi so aftur at svimjistevnan mátti avlýsast, í øllum førum sum offisiell stevna við góðkendum úrslitum, av tí at okkara … Continue reading
Innbjóðing til SuSvim Open 12. desember 2020
Her er innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa Open í Páls Høll hin 12. desember 2020, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri.








