Author Archives: rokur
SuSvim Open 12. desember 2020 avlýst
Av tí at Strandferðslan í gjár avlýsti túrin suður í morgun kl 07:00, so meldaðu feløgini norðanfjørðs tá frá. Hetta viðførdi so aftur at svimjistevnan mátti avlýsast, í øllum førum sum offisiell stevna við góðkendum úrslitum, av tí at okkara … Continue reading
Innbjóðing til SuSvim Open 12. desember 2020
Her er innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa Open í Páls Høll hin 12. desember 2020, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri.
Úrslit frá FMS & JMS 2020
Her eru úrslitini frá Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni á stuttgeil 2020, sum Svimjisamband Føroya skipaði fyri saman við Havnar Svimjifelag, í Svimjihøllini í Gundadali hin 13. til 15. november 2020. Úrslitini finnast eisini her á livetiming.se
Startlisti til FMS & JMS 2020
Her er luttøkulistin til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2020, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri saman við Havnar Svimjifelag, í Svimjihøllini í Gundadali hin 13. til 15. november 2020. Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se
FMS og JMS 2020 í skerdari útgávu vegna korona
Sum tit kunnu lesa her á in.fo, so fer Kringvarp Føroya ikki at senda frá Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni á stuttgeil 2020. Hetta er í fullari semju millum KVF og SSF, stutt sagt tí at vit verða noydd at kunna útseta … Continue reading








