Author Archives: rokur
SuSvim Open 10. – 11. apríl 2021 nú góðkend av FINA og DOK/DIF sum OL-úttøkustevna
Svimjisamband Føroya hevur nú fingið váttan frá umboði fyri Dansk Olympisk Komite / Dansk Idrætsforbund, at svimjistevnan sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll hin 10. og 11. apríl 2021, er brúkilig sum eisini úttøkustevna til OL í Tokyo … Continue reading
Innbjóðing til FLOT, FS og Reysta-stevnu 20. mars 2021 í Klaksvíkar Svimjihøll
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum svimjifeløgini FLOT, Fuglafjarðar Svimjifelag og Reysti skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll hin 20. mars 2021. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4, ið hesi trý svimjifeløg í felag skipa fyri í … Continue reading
SSF-kalendarin avtalaður fyri svimjiárið 2021-2022
Svimjisamband Føroya skipaði í dag fyri kalendarafundi í hølunum hjá Runavíkar kommunu í Saltangará, har feløgini undir leiðslu av nýggju svimjinevndini løgdu kalendaran fyri svimjiárið 2021-2022, umframt at endurskoða nakrar lutir í kalendaranum nú hesa árshálvu eisini. Dagførdi kalendarin sæst … Continue reading
Úttøkuskipan til EM 2021 í Budapest
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi EvropaMeistarastevnu á langgeil, sum verður í Budapest í Ungarn frá 17. til 23. mai 2021. Stutt sagt sama skipan sum til hesa somu stevnu í fjør, at vit ætla at taka út … Continue reading
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2021
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í fundarhølunum hjá Runavíkar kommunu á Heiðavegi 13 í Saltangará, leygardagin hin 27. mars 2021 frá kl 13:00. Sí viðfesta skjal: ssf-adalfundur-2021-frabodan.pdf Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya. Vegna starvsnevnd SSF Rókur
Innbjóðing til HS Open 13. – 15. mars 2021
Her er innbjóðing til svimjistevnuna HS Open sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali hin 13. og 14. mars 2021.








