Author Archives: rokur
Upp og niður, næsta dag á NM/NJM 2021
Tað gekk eitt sindur upp og niður hjá føroysku svimjarunum, hendan næsta dagin við innleiðandi riðlum á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021, sum er í Upplands Väsby í Svøríki.
Elisabeth 28.63 og juniormet í 50 rygg
Elisabeth Erlendsdóttir setti fyri løtu síðani flott nýtt føroyskt juniormet í 50 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon í finaluni á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2021 í Upplands Väsby í Svøríki svam teinin uppá 28.63 sekund.
Fín byrjan uppá NM/NJM 2021
So byrjaði Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan 2021 í Upplands Väsby, við innleiðandi riðlum nú fyrrapartin. Føroyingarnir høvdu ein heldur harðan ferðadag í gjár; men eru glaðir um síni avrik í morgun, har fleiri svumu bestu tíðir, og onnur vóru nær … Continue reading
So er tað NM og NJM 2021
Í morgin ári fara 9 føroyskir svimjarar av landinum við Atlantic, til Danmarkar og síðani víðari til Upplands Väsby í Svøríki, at royna seg á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021. Startlistin sæst her á livetiming.se, sum bendir á harða kapping, … Continue reading
Dómaraskeið í Havn hin 14. til 16. januar 2022
Svimjisamband Føroya skipar hin 14. til 16. januar 2022 fyri dómaraskeiði í Havn, undir leiðslu av royndu yvirdómarunum Henriette og Jens Soelberg Jensen. Hetta sum liður í nýggjum samstarvi við Dansk Svømmeunion, har fyrstu 4 mótul í donsku skipanini nú … Continue reading
Úrslit frá SuSvim Open 27. og 28. november 2021
Suðuroyar Svimjifelag skipar nú í vikuskiftinum fyri svimjistevnuni SuSvim Open á langgeil í Páls Høll í Vági. Ein fullfíggjaður úrslitalisti sær her á LiveTiming.se, ið leingist so hvørt sum tey kappast. Sí eisini https://livetiming.se/results.php?cid=6261








