Author Archives: rokur
Dómaraskeiðið útsett til hin 18. til 20. mars 2022
Vegna áhaldandi støðu við koronu, hava vit í samráð við undirvísararnar valt at útseta dómaraskeiðið sum skuldi verða í Havn nú hin 14. til 16. januar 2022, til heldur at verða hin 18. til 20. mars 2022.
Eitt heilt ókey HM á stuttgeil 2021
HeimsMeistarastevnan á stuttgeil 2021 endaði í gjár, og burdu okkara svimjarar nú verið væl á veg heim til Føroyar, omaná nakrar fínar dagar í Abu Dhabi. Bartal og Alisa settu persónlig met, meðan Elisabeth og Johan svumu upp ímóti sínum.
Klárar tú 200? – Úrslit higartil
Her eru hagtøl higartil frá átakinum “Klárar tú 200?”. Tølini broytast so hvørt sum fleiri koma afturat – Gott at síggja, at so nógv luttaka!
ABMS 2021 (2) útsett
Góðu tit øll Svimjinevnd SSF hevur í samráð við koronuráðgevingina avgjørt at útseta ABMS 2021 (2), so at eingin stevna verður í Klaksvík nú í vikuskiftinum. Vegna svimjinevnd SSF Rókur
Mannagongd ísv átakið “Klárar tú 200?”
Her er mannagongdin sum vit hava gjørt til hesa nýggju svimjiroynd SSF, sum er kjarnan átakinum “Klárar tú 200?”. Har er eitt tilhoyrandi oyðublað, til at fáa at vita í øllum førum hvar royndin varð klárað, umframt gjarna eisini føðiár, … Continue reading








