Author Archives: rokur
SSF fráboðan um FM og JM á stuttgeil 2021
Góðu tit øll, Starvsnevnd og svimjinevnd SSF hava á fundi í kvøld samtykt at vilja halda áfram við fyriskipanini av ætlaðu Føroyameistarastevnu og Juniormeistarastevnu hin 12. til 14. november 2021, tó við fylgjandi tillagingum og avmarkingum vegna støðuna við korona. … Continue reading
ÍSF søkir eftir samskipara at fyrireika Føroyaleikir 2022
”Brennir tú fyri føroyskum ítrótti og vilt tú vera við at gera Føroyaleikir 2022 til nakað heilt serligt?” So er tað tær, vit leita eftir!! Samskipari til Føroyaleikir – Ítróttasamband Føroya (isf.fo)
Úttøka til HM á stuttgeil 2021 í Abu Dhabi
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja taka út fylgjandi svimjarar til HeimsMeistarastevnuna á stuttgeil 2021, sum verður í Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum frá 16. til 21. desember 2021: Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS Vár E. Eidesgaard (2001), HS Bartal … Continue reading
FS-stevnan 30. oktober 2021 avlýst
Gott kvøld, FS skal hervið boða frá, at sum støðan við koronu í løtuni, hava vit valt at avlýsa FS stevnuna leygardagin 30.10.21. Vónandi kunnu vit halda stevnuna seinni. Vinarliga Fuglafjarðar Svimjifelag
Kappingarskráir til Ægir Open 23. og 24. oktober 2021
Her eru kappingarskráirnar til svimjistevnuna “Ægir Open” sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 23. og sunnudagin 24. oktober 2021. Hetta vikuskiftið er síðsta freist at kunna gera vart við seg, áðrenn landsliðið til HM á stuttgeil 2021 … Continue reading
Innbjóðing til FS-stevnu 30. oktober 2021
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipar fyri í svimjihøllini í Fuglafjarðar skúla, leygardagin hin 30. oktober 2021. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1 til 4.








