Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á EM, EJM og NMU 2024:
Continue readingTilboð um úttøkur til EM, EJM og NMU 2024
Atlantic Open 2024 avlýst
Góðu tit øll
Vegna fráfall verða vit tíverri noydd at avlýsa Atlantic Open 2024.
Feløgini eru kunnaði.
Vegna SSF
Rókur
Úrslit frá FM og JM á langgeil 2024
Her eru úrslitini frá Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni á langgeil 2024, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipaðu fyri í Páls Høll í Vági, nú fríggjadagin hin 10. til sunnudagin hin 12. mai 2024. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á Swimify og her á SwimRankings
Continue readingStroyming og úrslit frá FM og JM á langgeil 2024
Hetta vikuskiftið er árliga Føroyameistarastevnan og Juniormeistarastevnan á langgeil 2024, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági. Vit ætla at stroyma frá stevnuni, og beinleiðis úrslit síggjast hartil her á Swimify
Stevnupartarnir eru:
- partur: Fríggjamorgun 10/5 frá kl 09:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
- partur: Fríggjadagur 10/5 frá kl 17:00 – FM finalur
- partur: Leygarmorgun frá kl 09:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
- partur: Leygardagur frá kl 17:00 – FM finalur
- partur: Sunnumorgun frá kl 08:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
- partur: Sunnudagur frá kl 14:00 – FM finalur
Startlisti til FML/JML 2024
Her eru luttakaralistarnir til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna á Langgeil 2024, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági, nú fríggjadagin 10. til sunnudagin 12. mai 2024.
Listarnir síggjast eisini her á livetiming.se og her á Swimify
Sí eisini https://ssf.fo/2024/04/10/innbjoding-til-fm-og-jm-a-langgeil-2024/
Innbjóðing til Atlantic Open 2024
Her er innbjóðingin til Atlantic Open 2024, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali hin 28. til 30. juni 2024. Tilmeldingin fer fram á data.tempus.fo
Viðkomandi fílur finnast eisini her á Swimify, íroknað ensk útgáva av innbjóðingini.