Stroyming og úrslit frá FM og JM á langgeil 2024

Hetta vikuskiftið er árliga Føroyameistarastevnan og Juniormeistarastevnan á langgeil 2024, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági. Vit ætla at stroyma frá stevnuni, og beinleiðis úrslit síggjast hartil her á Swimify

Stevnupartarnir eru:

  1. partur: Fríggjamorgun 10/5 frá kl 09:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
  2. partur: Fríggjadagur 10/5 frá kl 17:00 – FM finalur
  3. partur: Leygarmorgun frá kl 09:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
  4. partur: Leygardagur frá kl 17:00 – FM finalur
  5. partur: Sunnumorgun frá kl 08:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
  6. partur: Sunnudagur frá kl 14:00 – FM finalur
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Stroyming og úrslit frá FM og JM á langgeil 2024

Startlisti til FML/JML 2024

Her eru luttakaralistarnir til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna á Langgeil 2024, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági, nú fríggjadagin 10. til sunnudagin 12. mai 2024.

Listarnir síggjast eisini her á livetiming.se og her á Swimify

Sí eisini https://ssf.fo/2024/04/10/innbjoding-til-fm-og-jm-a-langgeil-2024/

Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til FML/JML 2024

Innbjóðing til Atlantic Open 2024

Her er innbjóðingin til Atlantic Open 2024, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali hin 28. til 30. juni 2024. Tilmeldingin fer fram á data.tempus.fo

Viðkomandi fílur finnast eisini her á Swimify, íroknað ensk útgáva av innbjóðingini.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til Atlantic Open 2024

Úttøkuskipan til NMU 2024

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til NMU 2024, sum verður í Helsinki í Finnlandi frá 2. til 3. juli 2024. Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum.

Image courtesy of Ninara, CC BY 2.0
Posted in Kapping | Comments Off on Úttøkuskipan til NMU 2024

Úrslit frá HS Flaggdagssprint 2024

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “HS Flaggdagssprint 2024”, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, á flaggdegnum 25. apríl 2024. Úrslitini síggjast eisini her á LiveTiming.se og her á Swimify

HS Flaggdagssprint 2024. Dann Hjelm eigur myndina
Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá HS Flaggdagssprint 2024

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2024

Svimjisamband Føroya hevði hin 13. apríl 2024 sín árliga aðalfund, á Panorama á Hotel Hafnia í Havn. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini innkomin mál frá starvsnevndini og einum felag, og val av formanni, nevndarlimi, tiltakslimi og dómsnevndarlimi.


SSF aðalfundurin 2024. Lis í Jákupsstovu eigur myndina
Continue reading
Posted in Felagsskapur, Lógir og reglugerðir | Comments Off on Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2024