SSF til Bergen Swim Festival 2019

Føroyska svimjilandsliðið fór tíðliga í morgun við beinleiðis flúgvara hjá Atlantic Airways til Bergens, har tey nú fríggjadagin til sunnudagin hin 5. til 7. apríl skulu luttaka á Bergen Swim Festival 2019.

SSF til Bergen Swim Festival 2019. Anita R. Nysted eigur myndina

Svimjararnir eru:
  • Barbara Debes (2000), Ægir
  • Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
  • Birita Debes (1995), FLOT
  • Eyðrið Mortensen (2003), HS
  • Johan N. Dam (2002), HS
  • Kristina í Skála (2005), HS
  • Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir
  • Rói Bech (2001), SuSvim
  • Rókur Trygvason (2000), Ægir
  • Róland Toftum (1998), SuSvim
  • Sára R. Nysted (2001), SuSvim
  • Signhild Joensen (2000), Ægir
  • Sólvá A. Sigurðsson (2002), Ægir
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS
Venjarar eru Juan Jaime Arroyo Toledo, Pedro Nuno Prazeres og Panagiotis Christou, høvuðsvenjarar í ávikavíst Ægir, SuSvim og HS. Ferðaleiðari er Anita Ryggshamar Nysted. Sum tit síggja, so hevur landsliðið eisini skift búna í sambandi við hesa stevnu, at brúka framyvir. Talan er um svenska merkið Craft, sum vit keypa frá Speedo umvegis Sport24. Tit frætta sjálvsagt meira frá stevnuni í vikuskiftinum, so hvørt sum vit nærkast. Hesir fyrstu dagarnar er fyrireiking og samansjóðing, fram til stevnustart fríggjadagin.
This entry was posted in Kapping and tagged . Bookmark the permalink.