Faroe Islands hosts Nordic Learn to Swim Conference

On October 18 to 20 Faroe Islands Aquatics will host the Nordic Learn to Swim Conference in the capital of Tórshavn. This initiative aims to engage with swim instructors and teachers locally and abroad who want to update their knowledge on how to teach swimming effectively.  

Continue reading
Posted in Svimjiførleiki | Comments Off on Faroe Islands hosts Nordic Learn to Swim Conference

Líggjas og Jonna til Thy Cup 2024

Hetta vikuskiftið luttaka Líggjas og Jonna Joensen í svimjistevnuni Sparekassen Thy Cup 2024 í Thisted, saman við danska liði sínum Aalborg Svømmeklub. Og tað sær heilt gott út við útlitunum, har Jonna er nær heiðursmerkjum í 200 firvald, og Líggjas í serliga 400 og 800 frí. Sí Swimify

Image courtesy of Gertjan van NoordCC BY-ND 2.0
Posted in Kapping | Comments Off on Líggjas og Jonna til Thy Cup 2024

Forfólkafundur um ætlanir SSF framyvir

Svimjisambandið skipaði nú leygardagin hin 14. september fyri forfólkafundi, har starvsnevnd og umboð úr øllum okkara sjey feløgum viðgjørdu framtíðarætlanir SSF, umframt at eftirmeta strategi ÍSF. Eitt mál varð tíverri gloymt í rúgvuni, men verður tað so handfarið so-ella-so.

Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on Forfólkafundur um ætlanir SSF framyvir

Nú skulu fleiri læra um antidoping

Antidoping Føroyar hevði ein áhugaverdan fyrilestur nú týskvøldið hin 10. september, um serliga komandi krøv vegna endurskoðanina av altjóða reglugerðini til í 2027. Eitt nýtt sum fer at koma, er krav um at fleiri skulu útbúgvast um antidoping, íroknað foreldur.

Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on Nú skulu fleiri læra um antidoping

Innbjóðing til HS Open 28. og 29. september 2024

Her er innbjóðingin til svimjistevnuna HS Open sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, hin 28. og 29. september 2024. Tilmeldingin er á data.tempus.fo

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til HS Open 28. og 29. september 2024

Úttøkuskipan til NMU 2025

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til NMU 2025, sum verður í Tórshavn í Føroyum frá 5. til 6. juli 2025. Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum.

Posted in Kapping | Comments Off on Úttøkuskipan til NMU 2025

Úttøkuskipan til EJM 2025

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til EJM 2025, sum verður í Slovakia frá 1. til 6. juli 2025. Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum.

Image courtesy of Daniel Thornton, CC BY 2.0
Posted in Kapping | Comments Off on Úttøkuskipan til EJM 2025