Góðu limir í Svimjisambandi Føroya
Starvsnevndin í Svimjisamband Føroya kallar hervið inn til eykaaðalfund í Svimjisambandi Føroya, at verða 26. september 2026. Eykaaðalfundurin er lýstur at verða kl. 13:00, og verður fundurin í útgangstøði avgreiddur talgilt, soleiðis at allir limir hava møguleika at luttaka. Um limur mótmælir talgildum eykaaðalfundi verður eykaaðalfundurin í útgangsstøði hildin í ÍSF-húsinum, Eystara Bryggja 30, Tórshavn.

Vísandi til grein 8 í lóg fyri Svimjisamband Føroya, skal eykaaðalfundur verða lýstur 14 dagar frammanundan.
Skráin fyri eykaaðalfundin er soljóðandi:
- Val av forfólki
- Ymiskt
Vart skal í hesum sambandi gerast við, at um valda forfólki verður ein sitandi limur í starvsnevndini, skal nýggjur nevndarlimur eisini veljast.
Uppskot til forfólk skulu sendast til ssf@ssf, við virkandi forfólki, Alva Hjelm við telduposti alvi@ssf.fo, í cc. Uppskot til forfólk skulu verða Svimjisambandinum í hendi í seinasta lagi eina viku undan eykaaðalfundinum, sum er leygardagin 19. september 2026.
Við svimjikvøðu
Starvsnevndin









You must be logged in to post a comment.