Dagførdir lívbjargingardómarar hjá Svimjisambandi Føroya

Svimjisamband Føroya skipaði nú leygardagin fyri dagføringarskeiði til lívbjargingardómarar, so at vit enn hava 7 fólk við altjóða góðkendari útbúgving at døma støðið hjá lívbjargarum í svimjihallum, og nú fleiri afturat sum hava hana umvegis undirvísingarverkið.

Hetta eru so gott sum øll tey sum tóku útbúgving í 2022, tó so at ein ikki fekk møtt vegna arbeiðsboð. Hartil skipaði undirvísingarverkið fyri tilsvarandi skeiði í døgunum uppundir okkara leygardag, so at tey eisini hava ein hóp av líknandi lívbjargingardómarum.

Hendan útbúgving er góðkend av altjóða lívbjargingarsambandinum ILS, og verður fyriskipað av danska svimjisambandinum, SvømDanmark eftirsum, at tey eru góðkendi myndugleikin hjá ILS í Danmark, Føroyum og Grønlandi. Til ber at lesa meira um skipanina her á heimasíðu SvømDanmark, har útbúgvingin nú var hendan.

Tey sum dagførdu sítt nú leygardagin, vóru:

  • Bára Berghamar Danielsen
  • H. Rúni Gaardbo
  • Karin Gaardlykke
  • Rókur í Jákupsstovu
  • Bjørg Jensen
  • Sólgerð Maria Joensen
  • Adelheid Reginsdóttir Poulsen
  • Gunnvá Thomsen

Hartil hevur Helgi Winther Olsen dagført sítt sum partur av tiltakinum hjá undirvísingarverkinum.

Skeiðið nú er komið í lag í samstarvi við undirvísingarverkið umframt SvømDanmark, og var hartil lætt um munandi við góðu útgerðina sum Svimjisambandið hevur kunnað keypt sær við stuðli frá Betri.

This entry was posted in Lívbjarging. Bookmark the permalink.