Svimjisamband Føroya hevði hin 7. mars 2026 sín árliga aðalfund, í ÍSF-húsinum á Eystaru Bryggju í Havn. Á skránni var útyvir forfólkafrágreiðing og framløga av roknskapinum, serliga val av nýggjum forfólki, har Kári J. á Høvdanum varð valdur til nýtt forfólk.

Drúgvi parturin av aðalfundinum, var forfólkafrágreiðingin fyri farna árið, og framløga og viðgerð av roknskapinum. Nógv virksemi var í 2025, men eisini stórt undirskot í roknskapinum, sum tí varð nágreinað og umrøtt.
Eingin mál vóru innkomin, og varð tann parturin tí skjótt avgreiddur, eins og punktið um limagjaldið á vanligu 0 kr.
Síðani var val til starvsnevnd SSF, har fyrst Kári. J á Høvdanum var einsamalt uppskot til forfólk, og síðani Sabina Poulsen og Annika J. Olsen til nevndarlimir eftir at hini uppskotini høvdu trekt seg.
Í sambandi við vali av tiltakslimi, hendi tað serliga, at valið millum verandi tiltakslimin Rúna Gaardbo og uppskotið Ian Salter endaði á jøvnum. Tí varð neyðugt við lutakasti, sum Rúni Gaardbo vann. Hetta var eftir at eitt triðja uppskot hevði trekt seg, uppundir valið.

Undir ymiskt var kunning frá starvsnevndini um møguligt komandi krav frá ÍSF til at skipa fyri FM í Open Water, um vit framyvir skulu kunna fáa stuðul til hesa ítróttagrein. Har eru møguleikarnir stutt sagt:
- At skipa fyri FM í OW á sjónum í Føroyum, sum ikki fær verið sambært altjóða reglum
- At skipa fyri FM í OW í svimjihyli, annaðhvørt á geilum ella við boyum
- At skipa fyri FM í OW onkunstaðni har sjógvurin er heitari enn í Føroyum
Eftirsum at hetta var undir ymiskt, so kundi eingin formlig niðurstøða gerast, og eiheldur er nøkur ætlan gjørd um hvussu verður við hesum.
Hartil spurningar og kjak, umframt ein góð løta har ÍSF og feløgini takkaðu fráfarna forfólki fyri sína tíð í starvsnevnd SSF, og ynsktu nýggja forfólkinum vælkomnum.
Forfólkafrágreiðingin kann lesast her
Vegna SSF
Rókur









You must be logged in to post a comment.