Føroyingarnir vóru ikki so nógvir í finalu í dag, men gekk tað OK hjá teimum sum vóru. Dreingirnir settu flott junior-landsliðsmet í 4×100 frí.
- í 200 frí fyri junior-menn varð Isak Brisenfeldt (2006) HS nr 7 við 1:52.00 (698 FINA) og Líggjas Joensen (2008) nr 8 við 1:57.41 (607 FINA)
- í 200 blandað fyri junior-kvinnur varð Jóhanna Ólavsdóttir (2007) FS nr 7 við 2:25.28 (590 FINA)
- í 4×100 frí fyri junior-kvinnur varð føroyska liðið nr 8 við 4:09.24 (559 FINA)
- í 4×100 frí fyri junior-menn varð føroyska liðið nr 7 við 3:35.18 (612 FINA). Hetta var nýtt føroyskt junior-landsliðsmet.