Broytingar í kalendara SSF fyri 2024

Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at vilja gera fylgjandi broytingar í kalendara SSF fyri 2024:

  • FML/JML 2024 verður (á langgeil) í Vági hin 10. til 12. mai 2024
  • Atlantic Open 2024 verður á stuttgeil í Havn hin 28. til 30. juni 2024

Tað vil siga, at FML/JML 2024 verður har sum kalendarafundurin í februar avtalaði at Atlantic Open 2024 skuldi verða, og at Atlantic Open 2024 so verður 2 vikur seinni enn FML/JML 2024 tá varð ætlað at skula verða.

Orsøkin til at vit gera hesar broytingar, er at ÍSF hevur ásett Føroyaleikir 2024 at skula verða hin 27. til 30. juni 2024, har ynskiligt er at vit skipa fyri eini altjóða stevnu.

Hendan avgerð er tikin í samráð við svimjinevnd SSF, og við fráboðanum til føroysku svimjifeløgini.

Sí kalendaran her á heimasíðu SSF: https://ssf.fo/kalendari/

Vegna SSF

Rókur

This entry was posted in Felagsskapur, Kapping. Bookmark the permalink.