Broyttar úttøkur HM og EM U23

Tíverri verður Vár Eidesgaard ikki at síggja á stevnum fyri SSF í summar, og hevur starvsnevndin tí endurskoðað úttøkuna til Oyggjaleikir, HM og EM U23, sum Vár annars var úttikin til.

Image courtesy of ioa8320, Pixabay License Free for commercial use, No attribution required

Til Oyggjaleikir gerst einki, út yvir at longu úttiknu svimjarar kunnu luttaka í teimum greinum sum Vár er tilmeldað til. Tað liggur ikki fyri hjá teimum, og verður tí einki gjørt við útskiftingum har.

Til HM hevur starvsnevnd SSF avgjørt at taka út Líggjas Joensen, sum hevur megnað at svomið seg til hægstu FINA-stig á langgeil í 2023, næst eftir Vár Eidesgaard og Elisabeth Erlendsdóttir. Líggjas hevur tikið av, og verða tað tí hann og Elisabeth sum fara til Japan.

Til EM U23 hevur Elisabeth Erlendsdóttir eisini meldað avboð, vegna stevnu í USA um somu tíð. Onnur hava tí verið uppi at venda, og varð tað til at Heini M. Askham og Alisa Vestergård fara at luttaka á EM U23, afturat Bartali E. Eidesgaard og Líggjas Joensen.

Harvið skuldu landsliðini verið uppá pláss til í summar, og avgreiða vit nú síðstu bíleggingar, áðrenn farið verður til Oyggjaleikir á Guernsey, NMU í Jönköping, HM í Fukuoka og EM U23 í Dublin.

Hóparnir eru

Oyggjaleikir 2023

  • Alisa Vestergård (2003), SuSvim
  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
  • Eyðrið Mortensen (2003), HS
  • Jóhanna Ólavsdóttir (2007), FS
  • Lea O. Højsted (2008), Ægir
  • Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
  • Heini M. Askham (2006), Ægir
  • Isak Brisenfeldt (2006), HS
  • Líggjas Joensen (2008), Ægir
  • Róland Toftum (1998), SuSvim

NMU 2023

  • Bjarta í Lágabø (2009), SuSvim
  • Róa Trygvadóttir (2008), Ægir

HM 2023

  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
  • Líggjas Joensen (2008), Ægir

EM U23 2023

  • Alisa Vestergård (2003), SuSvim
  • Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
  • Heini M. Askham (2006), Ægir
  • Líggjas Joensen (2008), Ægir

Vegna SSF

Rókur

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.