Úttøkuskipan til HM á stuttgeil 2022 í Avstralia

Her er úttøkuskipanin til HM á stuttgeil 2022 í Melbourne í Avstralia, sum stutt sagt eru kravtíðirnar hjá FINA at klára á stuttgeil, við møguleika fyri at taka út eyka svimjarar, upp til og við at tey eru 2 kvinnur og 2 menn.

Gevið tó gætur, at okkara kravtíðarskeið er nakað stytri enn tað hjá FINA:

  • FINA: 24. juli 2021 til 13. november 2022
  • SSF: 1. september 2021 til 13. november 2022

Gevið eisini gætur, at um svomnu tíðir skulu kunna brúkast sum tilmeldingartíðir, so skulu tær klárast á stevnum sum FINA hevur góðkent sum úttøkustevnur til HMS 2022. 

Sí kunning frá FINA her: https://www.fina.org/competitions/2894/16th-fina-world-swimming-championships-25m-2022

Við fyrivarni fyri sláfeilum og støðuni við koronu

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Image courtesy of Bengt Nyman, CC BY 2.0

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.