So er tað FM og JM á langgeil 2022

Í morgun byrjar árliga FøroyaMeistarastevnan og JuniorMeistarastevnan í kappsvimjing á langgeil, sum er í Páls Høll í Vági nú 4. til 6. juni 2022.

Luttakaralistarnir síggjast her á livetiming.se, har tað eisini fer at bera til at síggja beinleiðis úrslit so hvørt sum kappast verður, og offisiellu úrslitalistarnar

Ætlanin er at stroyma frá hesi stevnu, á YouTube-rásini hjá SSF

Stevnupartarnir eru

  • 1. partur: Leygarmorgun 4. juni frá kl 09:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
  • 2. partur: Leygardag 4. juni frá kl 17:00 – FM finalur
  • 3. partur: Sunnumorgun 5. juni frá kl 09:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
  • 4. partur: Sunnudag 5. juni frá kl 17:00 – FM finalur
  • 5. partur: Mánamorgun 6. juni frá kl 08:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
  • 6. partur: Mánadag 6. juni frá kl 14:00 – FM finalur

Sí eisini innbjóðingina

This entry was posted in Kapping and tagged . Bookmark the permalink.