Ægir betraði í kvøld aftur nógv um føroyska juniormetið í 4×100 metra frísvimjing fyri mix-lið, tá ið tey í finaluni á Atlantic Open 2022 svumu seg til silvur við tíðini 4:02.38. Metið var 4:10.64 hjá Ægir frá innleiðandi riðlunum í morgun, sum tá var stór betring í mun til 4:14.26 frá hesi somu stevnu í fjør. Sí úrslitalistan her
Tey sum svumu fyri Ægir í kvøld, vóru:
- Lea Osberg Højsted (2008) 1:05.41
- Líggjas Joensen (2008) 58.60
- Heini M. Askham (2006) 56.45
- Róa Trygvadóttir (2008) 1:01.92