Luttakaralistar til NMU 2021

Nú nærkast til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2021, har eisini tveir føroyskir svimjarar fara at luttaka. Fyriskipararnir í Litava hava júst sent okkum hetta leinki til luttakaralistarnar, sum benda á eina rættiliga sterka kapping, sum tær báðar Lea og Jóhanna fáa í Klaipeda.

Photo courtesy of Mantas Volungevicius, CC BY 2.0

Tær báðar sum luttaka fyri Føroyar, eru Lea Osberg Højsted úr Ægir, umframt Jóhanna Ólavsdóttir úr Fuglafjarðar Svimjifelag.

Tær luttaka í hesum kappingum:

Allar kappingarnar verða avgreiddar sum beinleiðis finalur, tvs. at úrslitini verða funnin beinanvegin, heldur enn við at skula svimja fyrst innleiðandi og síðani finalur.

So tað er bara at svimja so skjótt sum gjørt, beinavegin, til at verja sína styrkismeting 🙂

Við Leu og Jóhannu er nýggju landsliðsvenjarin hjá Svimjisambandi Føroya, Kristian Martin Joensen, umframt ferðaleiðarar Astrid Joensen og Danny Osberg Højsted.

NMU-landsliðið fer úr Føroyum 9. juli, og kemur heim aftur 12. juli. Koronatilmælini eru ikki so strong longur til Litava og aftur til Danmarkar, men hava luttakandi lond tó avgjørt sína millum, at hendan stevnan verður fyriskipað eisini í ‘boblu’, við koronatestum osfr.

Vegna SSF

Rókur

This entry was posted in Kapping and tagged . Bookmark the permalink.