Altjóða svimjisambandið FINA skipar hin 7. til 9. mai 2021 fyri “FINA Online Swimming Clinic for Officials – Faroe Islands (FAR)“, sum er sama slag skeið vit høvdu í Havn hin 22. til 24. mars 2019, tó nú á netinum vegna støðuna við korona.
Undirvísari verður Jens-Christian Iversen úr Danmark, sum útyvir at vera ein sera royndur, altjóða yvirdómari, eisini er skrivari í teknisku svimjinevndini hjá LEN, umframt limur í teknisku svimjinevndini hjá FINA.
Skeiðið stendur til at skula vera á enskum – men Jens-Christian heilsar at tað kann útmerkað eisini vera á donskum, í tann mun sum fólk ynskja tað. Talan verður um undirvísing í 3-4 tímar, hvønn dag hesar tríggjar dagarnar.
Skeiðið er fyri nýbyrjarar, um enn tað kemur væl runt um alt sum hevur við døming innan svimjing at gera. Tað er ikki enn beinleiðis partur av útbúgvingargongdini til yvirdómara, men vóna vit hetta kemur uppá pláss heilt skjótt.
Eitt tilmeldingarskjal verður klárt áðrenn alt ov leingi. Vit umhugsa at lata fólk kunna sita saman til dømis í hølunum í Saltangará, so at tað ikki skal kennast alt ov einsamalt.
Vegna SSF
Rókur