Her eru úrslitini frá Atlantic Open 2019, sum var í Svimjihøllini í Gundadali, fríggjadagin til sunnudagin hin 29. til 31. mars 2019. Sí eisini
livetiming.se og
swimrankings.net
Tilsamans vóru tey eini 102 einstaklingar og 54 lið úr okkara 6 feløgum sum kappaðust 625 ferðir í 40 kappingum, hesar dagarnar í Havn.
Bestu avrik
Besta avrik av øllum átti Signhild Joensen úr Ægir, sum svam 2:09.98 og 771 FINA stig í 200 rygg. Besta avrik hjá monnum átti Johan Nónskarð Dam úr HS, sum svam 15:48.40 og 714 FINA stig í 1500 frí.
Heiðursmerkjabýtið millum feløg
Felag |
Gull |
Silvur |
Bronsa |
Ægir |
18 |
15 |
13 |
HS |
14 |
13 |
15 |
SuSvim |
8 |
12 |
12 |
FS |
– |
– |
– |
FLOT |
– |
– |
– |
Reysti |
– |
– |
– |
Føroysk met
- Vár E. Eidesgaard (2001), HS – 16:53.02 í 1500 frí
– Vár átti metið á 16:55.18 frá FM á stuttgeil 2017
- Vár E. Eidesgaard (2001), HS – 8:46.64 í 800 frí
– Vár áttið metið á 8:50.79 frá FM á stuttgeil 2017
- Rókur Trygvason (2000), Ægir – 23.14 í 50 frí
– Pál Joensen áttið metið á 23.19 frá Oyggjaleikum í 2009
- HS-kvinnur (2001) – 2:00.16 í 4×50 blandað
Føroysk juniormet
- SuSvim-dreingir (2001) – 1:54.13 í 4×50 blandað
– HS-dreingir áttu metið á 1:54.65 frá JM/MU 2016
- SuSvim-dreingir (2001) – 1:52.64 í 4×50 blandað
– SuSvim-dreingir áttu metið á 1:54.13 frá hesi stevnu
Kravtíðir til Oyggjaleikir 2019
Hesar kravtíðir
eru fráboðaðar
- Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS – 29.89 í 50 rygg
- Eyðrið Mortensen (2003), HS – 9:03.27 í 800 frí
- Johan N. Dam (2002), HS – 15:48.40 í 1500 frí
- Johan N. Dam (2002), HS – 8:19.52 í 800 frí
- Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir – 5:03.07 í 400 blandað
- Rókur Trygvason (2000), Ægir – 1:04.83 í 100 bringu
- Rókur Trygvason (2000), Ægir – 23.14 í 50 frí
- Vár E. Eidesgaard (2001), HS – 16:53.02 í 1500 frí