Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2025

Svimjisamband Føroya hevði hin 20. mars 2025 sín árliga aðalfund, í ÍSF-húsinum á Eystaru Bryggju í Havn. Á skránni var útyvir forfólkafrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini innkomin mál frá starvsnevndini, val av næstforfólki, skrivara og tiltakslimi, og kunning, spurningar og kjak undir ymiskt.

Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2025

SSF undirskrivað inklusjóns-yvirlýsing

Svimjisambandið sendi í gjár inn viðfestu inklusjóns-yvirlýsing til evropeiska svimjisambandið European Aquatics, sum heitt á okkum av teimum. Hetta sum samtykt av starvsnevnd SSF, við kunning til aðalfund SSF.

Photo by Tara Winstead
Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on SSF undirskrivað inklusjóns-yvirlýsing

Úrslit frá Lions Open 15. og 16. mars 2025

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “Lions Open” sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin 15. og sunnudagin 16. mars 2025. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá Lions Open 15. og 16. mars 2025

Innbjóðing til Reysta-stevnu 29. mars 2025

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið Reysti skipar fyri í svimjihylinum í Leirvíkar skúla, leygardagin hin 29. mars 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til Reysta-stevnu 29. mars 2025

Úrslit frá SuSvim-stevnuni 8. mars 2025

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 8. mars 2025. Hetta var svimjistevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, har tey svumu tvørturum langhylin.

SuSvim-stevna. Danny Osberg Højsted eigur myndina
Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá SuSvim-stevnuni 8. mars 2025

Startlisti til SuSvim-stevnuna 8. mars 2025

Her er startlistin til svimjistevnuna sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 8. mars 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, har tey svimja breiddir í langhylinum.

Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til SuSvim-stevnuna 8. mars 2025