Svimjiskúli Føroya er grundaður á norska svimjiskúlan, og hevur verið ein hornasteinur undir svimjifrálæru í Føroyum síðani 1996.
Vit brúka norsku lærubókina “Slik lærer du å svømme“, umframt teirra merkir til at løna svimjarum so hvørt sum tey klára hvørt stig á leiðini til at duga at svimja.
Hartil hava vit gjørt okkara egna tilfar til skeiðini fyri teimum sum skulu læra børnini at svimja, umframt filmsbrot til at vísa týdningarmestu venjingar og royndir.
Svimjimerkini eru:
Vatnmerkið
Hvalur
Næmingurin skal kunna hoppa av kanti, kava ein metur ella so niður, hyggja undir vatni og heinta lutir upp til vatnskorpuna. |
Skjaldbøka
Næmingurin skal kunna flóta útstrektur á búki og á ryggi, við ørmunum yvir høvd, í minst 15 sekund á hvørjari síðu. |
Pingvin
Kópahvølpur
Næstu fýra merkini siga nakað um hvussu leingi tú orkar at svimja og flóta, umframt um tú dugir ymiskt annað runt sjálva svimjingina (ymisk lop útí, lívbjarging, synkronsvimjing, vatnpolo og tílíkt).
Kópur
Svimja 100 metrar, 50 metrar við røttum teknikki, 25 metrar bein á rygginum, svimja 5 metrar undir vatni, flóta 3 minuttir, og annað. |
Sjóleyva
Svimja 200 metrar, 150 metrar við røttum teknikki, 50 metrar bein á rygginum, stoyta seg eftir høvdinum útí og svimja 5 metrar undir vatni, flóta 5 minuttir, og annað. |
Springari
Svimja 400 metrar, 300 metrar við røttum teknikki, 75 metrar bein á rygginum, kava og svimja 8 metrar undir vatni, flóta 10 minuttir, og annað. |
Hávur
Svimja 1000 metrar, 600 metrar við røttum teknikki, 100 metrar bein á rygginum, kava svimja 10 metrar undir vatni, flóta 15 minuttir, og annað. |
Umframt hesi svimjimerki, so hevur norski svimjiskúlin fleiri langteinamerki afturat, umframt 5 nýggj merki til yngri børn enn tey sum byrja á okkara svimjiskúla. Hesi eru ikki tikin í nýtslu í Føroyum enn, men kunnu sjálvsagt lættliga leggjast afturat skipanini.