Elisabeth 2:14.29 og bronsa í 200 rygg á NJM 2021

Elisabeth Erlendsdóttir svam seg fyri løtu síðani til flott bronsuheiðursmerki á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2021, tá ið hon í finaluni í 200 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 2:14.29. Hetta er næsta heiðursmerki sum hon vinnur á hesi stevnu, har hitt fyrra var silvur í 100 metra rygg í gjár.

Elisabeth bronsu í 200 rygg á NJM 2021. June Jónsveinsdóttir eigur myndina

úrslitalistan her. Splitt-tíðirnar siga sína egnu søgu, at hon var nr 6 aftaná fyrstu 50 metrarnar, og enn nr 6 aftaná 100 metrar, áðrenn hon dró seg fram til eitt 4. pláss aftaná 150 metrar, og so spurtaði til bronsuna, seinastu 25.

Elisabeth er úr Havnar Svimjifelag

Posted in Kapping | Comments Off on Elisabeth 2:14.29 og bronsa í 200 rygg á NJM 2021

Elisabeth og Ró víðari til finalur, 3. dag á NM/NJM 2021

Síðstu innleiðandi riðlar vórðu avgreiddir nú í morgun á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021, har Elisabeth Erlendsdóttir megnaði at koma víðari til juniorfinaluna í 200 rygg, og Ronja Ró í Dímun til seniorfinaluna í 100 frí.

Hartil skal føroyska kvinnustafettin í 4×100 frí eisini royna seg, tá ið síðstu finalur verða avgreiddar, seinnapartin.

Sviar stroyma beinleiðis frá finalunum frá kl 15 í dag, her á livetiming.se

Image courtesy of I99pema/Wikimedia CommonsCC BY-SA 4.0
Continue reading
Posted in Óbólkað | Comments Off on Elisabeth og Ró víðari til finalur, 3. dag á NM/NJM 2021

Elisabeth 1:01.42 og silvur á NJM 2021 !!

Elisabeth Erlendsdóttir hevur júst svomið seg til óføra flott silvur á NJM 2021 í Upplands Väsby í Svøríki! Hon var éin hundraðpart frá gullinum. Sí úrslitalistan her

Elisabeth silvur á NJM 2021. June Jónsveinsdóttir eigur myndina

Super !

Posted in Óbólkað | Comments Off on Elisabeth 1:01.42 og silvur á NJM 2021 !!

Beinleiðis stroyming frá NM/NJM 2021

Hygga síggj, har er stroyming, sí SuperLive á livetiming.se

Finaluparturin nú seinnapartin er frá k 16:00, føroyska tíð

This image has an empty alt attribute; its file name is image-600x338.png
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Beinleiðis stroyming frá NM/NJM 2021

Upp og niður, næsta dag á NM/NJM 2021

Tað gekk eitt sindur upp og niður hjá føroysku svimjarunum, hendan næsta dagin við innleiðandi riðlum á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021, sum er í Upplands Väsby í Svøríki.

Image courtesy of I99pema/Wikimedia CommonsCC BY-SA 4.0
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Upp og niður, næsta dag á NM/NJM 2021

Elisabeth 28.63 og juniormet í 50 rygg

Elisabeth Erlendsdóttir setti fyri løtu síðani flott nýtt føroyskt juniormet í 50 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon í finaluni á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2021 í Upplands Väsby í Svøríki svam teinin uppá 28.63 sekund.

Elisabeth Erlendsdóttir í Vilundabadet í Upplands Väsby. June Jónsveinsdóttir eigur myndina
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Elisabeth 28.63 og juniormet í 50 rygg