Her eru hagtøl higartil frá átakinum “Klárar tú 200?”. Tølini broytast so hvørt sum fleiri koma afturat – Gott at síggja, at so nógv luttaka!

Her eru hagtøl higartil frá átakinum “Klárar tú 200?”. Tølini broytast so hvørt sum fleiri koma afturat – Gott at síggja, at so nógv luttaka!

Góðu tit øll
Svimjinevnd SSF hevur í samráð við koronuráðgevingina avgjørt at útseta ABMS 2021 (2), so at eingin stevna verður í Klaksvík nú í vikuskiftinum.
Vegna svimjinevnd SSF
Rókur

Her er mannagongdin sum vit hava gjørt til hesa nýggju svimjiroynd SSF, sum er kjarnan átakinum “Klárar tú 200?”.

Har er eitt tilhoyrandi oyðublað, til at fáa at vita í øllum førum hvar royndin varð klárað, umframt gjarna eisini føðiár, kyn og heimbýur ella -bygd hjá svimjaranum.
Svimjarin má gjarna vera ónevndur, um hann ella hon ynskir tað. Har er tó enn møguleiki at geva upp navn, um svimjarin velur tað.
Í móti endanum stendur heldur knortlut, at møguligt gjald má fáast inn, áðrenn nálin verður handað. Har er bara einki gjald, í ár 🙂
Annars sera stuttligt at uppliva tann áhuga sum er fyri hesum tiltaki, og ta vælvild sum vit uppliva í svimjihallunum.
Við svimjikvøðu
Rókur
Nú leygardagin hin 11. desember skipar Svimjisamband Føroya fyri AldursBólkaMeistaraStevnu nummar tvey í ár, í Svimjihøllini í Klaksvík. Hetta sum liður í at fáa tvey árlig ABMS, eins og tvey JM og tvey FM, har hetta nú sum ein roynd verður bara éin dag.
Startlistin sæst her á LiveTiming.se

Svimjisamband Føroya fer nú undir eitt átak til at fáa so nógvar føroyingar sum gjørligt at kanna, um teir klára at svimja 200 metrar uttan íhald ella hjálpitól. Ein serlig nál er gjørd til tey sum prógva hetta, og var sjálvur Løgmaður hin fyrsti at gera tað.

Nú er føroyska svimjilandsliðið á veg heim aftur úr Svøríki, og eru tey heilt væl nøgd. Vit vistu at kappingin fór at verða hørð, men svumu okkara tó í heilum skjótari enn sínar bestu tíðir, og annars ofta nær teimum.
Elisabeth Erlendsdóttir vann silvur í 50 rygg við nýggjum juniormeti, og hartil bronsu í 100 rygg, og fleiri fingu hartil roynt seg í finalu.

You must be logged in to post a comment.