FINA hjálparvenjaraskeið í Havn hin 16. til 18. september 2022

Svimjisamband Føroya fekk herfyri tillutað eitt venjaraskeið frá altjóða svimjisambandinum FINA, at verða í Tórshavn vikuskiftið hin 16. til 18. september 2022. Hetta er skeið sum tað vit høvdu í 2018, har luttakararnir tá verða FINA góðkendir hjálparvenjarar, við møguleika at síðani víðariútbúgva seg til venjara og høvuðsvenjara.

FINA hjálparvenjaraskeið í Havn í 2018

skeiðslýsingina her. Undirvísarin verður italski Walter Bolognani, sum nú í mong ár hevur verið høvuðsvenjari hjá italsku junior- og ungdóms-landsliðunum. Undirvíst verður á enskum, og er tað hugsandi at onkur útlendingur kemur hendan vegin, eins og í 2018.

Sjálvt skeiðið er ókeypis, tó við kostnaða fyri mat og uppihald. Gevið gætur, at tilmeldingarfreistin er longu nú hin 25. juli 2022, tá ið luttakararnir skulu vera liðugt skrásettir í skipanini hjá FINA, m.a. tí at online-parturin byrjar hin 16. august.

Áhugaði verða biðin um at venda seg til sítt svimjifelag, ella beinleiðis til SSF á tlf 607559 ella við telduposti til ssf@ssf.fo

Posted in Óbólkað | Comments Off on FINA hjálparvenjaraskeið í Havn hin 16. til 18. september 2022

So er tað NMU 2022

Í morgin byrjar Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2022, sum í ár er í Tallinn í Estonia. Úr Føroyum luttaka átta svimjarar, og verður stevnan stroymað á YouTube. Sí luttøkuna í viðfestu fílu.

NMU-liðið í Tallinn. Merle Liivand eigur myndina
Continue reading
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on So er tað NMU 2022

Havnar Svimjifelag nýggjan høvuðsvenjara

Póllendingurin, Maciek Hampel, er nýggjur høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag. Starvið varð lýst leyst í mars og 18 umsøkjarar vóru, tá freistin var farin.

Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on Havnar Svimjifelag nýggjan høvuðsvenjara

Luttakaralistar til FM fyri lið 2022

Í morgin leygardag hin 2. juli byrjar Føroyameistarastevnan fyri lið 2022, í Páls Høll í Vági, sum okkara íkast til Føroyaleikirnar 2022. Sjey lið hava boðað frá luttøku – 4 hjá kvinnum og 3 hjá monnum. Sí luttakaralistarnar her

Posted in Kapping | Comments Off on Luttakaralistar til FM fyri lið 2022

Føroysk úrslit á HM 2022

Her eru føroysku úrslitini frá HM 2022, sum er í Budapest í hesum døgum, og har kappsvimjingin í svimjihyli endaði í gjár.

Tey bæði Vár og Bartal E. Eidesgaard luttóku í hvør tveimum sínum kappingum, har tað gekk serliga væl hjá Bartali.

Vár, Kristian Martin og Bartal í Budapest. Ann Ellingsgaard eigur myndina
Continue reading
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Føroysk úrslit á HM 2022

Innbjóðing til Nordic Open Masters 2022

Her er innbjóðingin til Nordic Open Masters 2022, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali, fríggjadagin hin 30. september og leygardagin hin 1. oktober 2022.

Við svimjikvøðu

Rókur

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til Nordic Open Masters 2022