FM/JM á stuttgeil flutt til 11. – 13. november 2022

Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at flyta FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna á Stuttgeil til vikuskiftið hin 11. til 13. november 2022, tvs. eina viku fyrr enn upprunaliga ætlað.

Orsøkin er, at altjóða svimjisambandið FINA hevur ásett 15. november 2022 sum síðstu freist at taka út fólk til HeimsMeistarastevnuna á Stuttgeil 2022, har sjálvi úrslitini tá skulu vera frá í seinasta lagi hin 13. november 2022.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Posted in Kapping | Comments Off on FM/JM á stuttgeil flutt til 11. – 13. november 2022

Innbjóðing til HS Open 10. og 11. september 2022

Her er innbjóðing til svimjistevnuna “HS Open” sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin 10. og sunnudagin 11. september 2022.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til HS Open 10. og 11. september 2022

So er tað EM 2022 í Róm

Evropameistarastevnan 2022 byrjar nú hósdagin hin 11. august, við luttøku av eisini tveimum føroyskum svimjarum. Føroyska ferðalagið fer úr Vágum nú hvørja løtu, til Róm har Alisa kemur afturat av venjingarlegu í Spania.

Continue reading
Posted in Kapping | Tagged , | Comments Off on So er tað EM 2022 í Róm

Viðmerkingar til altjóða druknivanlukkufyribyrgingardagin 2022

Nú dagurin er her, og hetta átak hevur verið í gongd síðani mikudagin, so eru nakrar viðmerkingar komnar til hetta ymiska, harav onkur enntá fleiri ferðir. At lista upp her, har okkurt kanska kemur afturat í leypi av degnum í dag og seinni …

Continue reading
Posted in Lívbjarging | Comments Off on Viðmerkingar til altjóða druknivanlukkufyribyrgingardagin 2022

Altjóða dagur til fyribyrging av druknivanlukkum

So er hann her, altjóða druknivanlukkufyribyrgingardagurin 2022. Tunlarnir eru longu farnir í blátt, og aðrir bygningar fara væntandi at lýsa blátt í kvøld. Svimjisambandið hevur bás í SMS, har eisini umboð fyri Betri eru í dag.

Fylgið við serliga á Facebook-síðuni hjá SSF

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Altjóða dagur til fyribyrging av druknivanlukkum

Føroyar varpa ljós á altjóða dagin til fyribyrging av druknivanlukkum, 25. juli

Hesa komandi vikuna verður ljós varpað á altjóða dagin til fyribyrging av druknivanlukkum, sum Sameindu Tjóðir hevur ásett at vera á hvørjum ári hin 25. juli. Eitt kunningarátak verður sjósett við sergjørdari heimasíðu sum miðdepli, og blátt ljós fer at lýsa upp bygningar og tunlar runt landið.

Continue reading
Posted in Lívbjarging | Comments Off on Føroyar varpa ljós á altjóða dagin til fyribyrging av druknivanlukkum, 25. juli