Her er úrslitalistin frá AldursBólkaMeistaraStevnuni 2023, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 6. og sunnudagin 7. mai 2023. Úrslitini síggjast eisini her á LiveTiming og her á Swimify

Her eru luttakaralistarnir til AldursBólkaMeistaraStevnuna 2023, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin og sunnudagin hin 6. og 7. mai 2023. Listarnir síggjast eisini her á Swimify. Ætlanin er at stroyma frá hesi stevnu, á YouTube-rásini hjá SSF

Her er innbjóðing til svimjistevnuna SuSvim Open Mai 2023, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, leygardagin 20. og sunnudagin 21. mai 2023. Hendan stevna er síðsti kjansur at klára kravtíð til altjóða stevnurnar hjá Svimjisambandi Føroya í summar – NMU, EJM, HM og EM U23.

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til Akranesleikar 2023, sum verður á Akranesi í Íslandi hin 2. til 4. juni 2023.

Starvsnevnd SSF hevur í kvøld samtykt viðfestu tillaging av úttøkuskipanini til EJM 2023, sum verður í Beograd í Serbia hin 4. til 9. juli 2023.
Broytingin er at aldursbólkurin nú eitur svimjarar føddir 2005-2007, heldur enn gentur føddar 2006-2007 og dreingir føddir 2005-2006.

You must be logged in to post a comment.