Landsliðstoymið og starvsnevnd SSF hava samtykt at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á Danish Open 2024, sum verður í Bellahøj Svømmestadion hin 11. til 14. apríl 2024.

Landsliðstoymið og starvsnevnd SSF hava samtykt at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á Danish Open 2024, sum verður í Bellahøj Svømmestadion hin 11. til 14. apríl 2024.

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í svimjihylinum á Argjum, nú leygardagin hin 24. februar 2024. Úrslitini síggjast eisini á LiveTiming.se og Swimify

Her er innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa svimjistevnu í Páls Høll í Vági hin 9. mars 2024, sum Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri til okkara yngstu aldursbólkar.

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “Ægir Open Februar 2024”, sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin 17. og sunnudagin 18. februar 2024.
Úrslitini síggjast eisini á LiveTiming, SwimRankings og Tempus

Líggjas Joensen royndi seg nú tíðliga í morgun í 800 metra frísvimjing á HM 2024 í Doha, og megnaði hann har at svimja seg til óføru tíðina 8:32.54. Hetta er nógv besta tíð hjá honum nakrantíð, við meira enn 9 sekundum í mun til hansara til nú bestu tíð, sum var 8:41.85 frá HM í Fukuoka í juli mánaða í fjør.

Svimjisamband Føroya fer nú so smátt at skifta til skipan við heildarætlan fyri kravtíðum sínum, aftaná eina árarekkju har kravtíðirnar vórðu funnar út í frá meðaltíð av veikastu heiðursmerkjum á viðkomandi stevnum. Endamálið er at gera skipanina einfaldari, og at fáa greiðari samanhang millum kravtíðirnar til hesar ymisku avbjóðingar.

You must be logged in to post a comment.