Sølvi nýggi aðalskrivari SSF

Starvsnevnd SSF hevur sett Sølva Reinert Hansen í starv sum aðalskrivari í Svimjisambandi Føroya, frá 1. september. Uppgávan er at hjálpa at fyriskipa og menna føroyska svimjing, umframt tilhoyrandi virksemi so sum lívbjarging og svimjiførleiki.

Rókur og Sølvi skriva undir sáttmála. Rúni Gaardbo eigur myndina
Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on Sølvi nýggi aðalskrivari SSF

SSF-kalendarin fyri 2025 komin rættiliga væl uppá pláss

Nú svimjingin so smátt byrjar aftur eftir summarfrí, kunnu vit gleðast um at rættiliga nógv er komið uppá pláss í kalendaranum, í øllum førum fram til summarið 2025. Sí ssf.fo/kalendari

Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on SSF-kalendarin fyri 2025 komin rættiliga væl uppá pláss

Fimm vilja verða aðalskrivari SSF

Nú freistin fór í gjár, vóru tey tilsamans fimm sum sendu inn umsókn til Svimjisamband Føroya, til starvið sum aðalskrivari SSF. Nú skal ein setanarbólkur meta um og taka inn til samrøðu, áðrenn starvsnevndin fær raðfesting at kunna velja ímillum.

Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on Fimm vilja verða aðalskrivari SSF

Í dag er altjóða dagur til fyribyrging av druknivanlukkum

Sameindu Tjóðir lýstu í 2021 hin 25. juli at verða altjóða dagur til fyribyrging av druknivanlukkum, sí heimasíðuna her hjá WHO, umframt hesa síða hjá SSF frá átakinum í 2022.

Í ár er boðskapurin serliga, at sekund kunnu bjarga lívi, og at druknifyribyrging byrjar við tær.

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Í dag er altjóða dagur til fyribyrging av druknivanlukkum

Kunning um evropeiskar meistarastevnur í 2025

European Aquatics kunngjørdi fyri løtu síðani hvar flestu evropeisku meistarastevnur verða í 2025, eftir at vit fyrst í juli fingu dagfestingarnar. EM U23 og EJM verða í Slovakia í juni/juli, meðan EMS og EMS fyri masters verða í Póllandi í desember. Sí len.eu

Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Kunning um evropeiskar meistarastevnur í 2025

Fráboðanarskipan SSF nú sum app

Svimjisambandið hevur í rættiliga nógv ár havt eina skipan við talgildum oyðibløðum til fráboðan av ymiskum, so sum tá ið svimjarar hava klárað nálatíð, kravtíð ella met, ella tá ið tey skifta felag.

Hesi oyðubløð eru nú savnaði í eitt app, so at tað er vónandi er smidligari at fylla út og senda frá fartelefon eisini. Umframt at gamla skipanin riggar sum vant, á ssf.fo/ambod. Sí leinkið her, ella nýt QR-kotuna niðanfyri.

Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on Fráboðanarskipan SSF nú sum app