Líggjas 8:20.60 og bronsu í 800 frí á DM og DMJ 2024

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at svimja seg til óført bronsuheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á langgeil, bæði í opna bólkinum og í kappingini fyri juniorar, tá ið hann í skjótasta riðli í 800 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 8:20.60. Sí úrslitalistan her

Líggjas bronsu í 800 frí á DM 2024. Janus M. Joensen eigur myndina
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Líggjas 8:20.60 og bronsu í 800 frí á DM og DMJ 2024

Lýsing eftir aðalskrivara til Svimjisamband Føroya

Svimjisamband Føroya (SSF) leitar eftir aðalskrivara, at taka við hin 1. september 2024.

Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on Lýsing eftir aðalskrivara til Svimjisamband Føroya

Ófør úrslit á EJM 2024 eisini

Teir báðir Heini og Isak luttaka sum kunnugt hesa vikuna á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni 2024, í Vilnius í Litava. Og har gongur heilt væl hjá teimum, nú Isak fyrr í vikuni setti føroyskt met í 200 firvald, og báðir hava betrað um persónlig met.

Rúni, Heini og Isak í Vilnius. Gunnvá Thomsen eigur myndina
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Ófør úrslit á EJM 2024 eisini

Nógv føroysk met og juniormet í seinastuni

Hesir síðstu mánaðirnir hava verið sera góðir fyri føroyska svimjing, tá ið tað kemur til betring av føroyskum metum og juniormetum. Her er eitt yvirlit yvir met sett síðani í mai.

Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Nógv føroysk met og juniormet í seinastuni

Líggjas besta avrik á NMU 2024

Gløgga eygað hevur sikkurt longu uppdagað, at Líggjas heldur í eini sjokulátaplátu, har á myndini í sambandi við hansara gull í 400 frí á NMU 2024. Handan var vinningurin tí at hann kláraði besta avrik av øllum dreingjum á hesi stevnu, við úrslitinum 1:53.14 í 200 frí, sum gav 732 AQUA-stig. Sí listan her

Líggjas gull og besta avrik á NMU 2024. Rakul í Lágabø eigur myndina
Continue reading
Posted in Óbólkað | Comments Off on Líggjas besta avrik á NMU 2024

SSF-dreingir 7:56.77 og bronsu og stórt føroyskt landsliðsmet í 4×200 frí á NMU 2024

Dreingirnir hjá okkum megnaðu í dag at vinna flott norðurlendskt bronsuheiðursmerki í 4×200 metra frísvimjing á langgeil, tá ið teir á NMU 2024 í Helsinki svumu seg til úrslitið 7:56.77. Sí úrslitalistan her

SSF-dreingir bronsu í 4×200 frí á NMU 2024. Rakul í Lágabø eigur myndina
Continue reading
Posted in Óbólkað | Comments Off on SSF-dreingir 7:56.77 og bronsu og stórt føroyskt landsliðsmet í 4×200 frí á NMU 2024