Jóhanna Ólavsdóttir (2007) úr Fuglafjarðar Svimjifelag setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon í C-finaluni á Danish Open 2024 svam teinin uppá 2:27.30. Vár E. Eidesgaard átti føroyska metið á 2:27.37, frá FM á langgeil í 2019, meðan Jóhanna sjálv átti juniormetið á 2:27.69 frá Reykjavík International í januar. Sí úrslitalistan her á Swimify
Jóhanna Ólavsdóttir 2:27.30 og flott føroyskt met og juniormet í 200 firvald
Líggjas 1:53.83 og stórt føroyskt juniormet í 200 frí
Líggjas Joensen (2008) úr Ægir setti nú fyrrapartin stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2024 svam seg til B-finalu við tíðini 1:53.83. Magnus Jákupsson átti metið á 1:55.21 frá donsku meistarastevnuni í Esbjerg í 2012. Sí úrslitalistan her á Swimify
So er tað Danish Open 2024
Nú hósmorgunin 11. apríl byrjar Danish Open 2024, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum. Hetta er stóra OL-úttøkustevnan hjá dønum, og tískil eisini hjá okkum so leingi sum vit ikki hava sjálvstøðugan OL-limaskap. Startlistarnir síggjast her á Swimify, har eisini úrslitini fara at finnast so hvørt. Stroyming er á tv.svoem.dk/svoem
Innbjóðing til FM og JM á langgeil 2024
Her er innbjóðingin til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á langgeil 2024, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági hin 10. til 12. mai 2024. Tilmeldingin fer fram á data.tempus.fo
Continue readingÚrslit frá Reysta-stevnuni 6. apríl 2024
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Svimjifelagið Reysti skipaði fyri í svimjihøllini í Leirvík, nú leygardagin hin 6. apríl 2024. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Continue readingInnbjóðingin til ABMS 2024 tillagað
Her er tillagað innbjóðing til AldursBólkaMeistaraStevnuna í Klaksvík hin 20. og 21. apríl 2024, sum samtykt av svimjinevnd SSF eftir umbøn frá feløgum.
Tillagingarnar eru litaðar við gulum.