Gott nýggjár

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Gott nýggjár

Gleðilig Jól

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Gleðilig Jól

Leinkja at atkvøða til val í Íðkaranevndini

Frá Íðkaranevnd SSF:

So bleiv tað 16. desember, og valið í Íðkaranevndini byrjar í dag, og endar sum kunnugt 23. desember 23:59.

Photo by Element5 Digital: https://www.pexels.com/photo/person-dropping-paper-on-box-1550337/

Niðanfyri er leinkjan har atkvøtt verður. Vinarliga sendið tit leinkjuna víðari til viðkomandi svimjarar.

Stk 1: Valrætt hava tey ítróttarfólk, sum eru fylt 15 ár, og valbæri tey ítróttarfólk sum eru fylt 18 ár, ið hava umboðað teirra felag á føroyskari meistarastevnu undir SSF í seinasta lagi átta ár undan uppstilling til val í nevndina.

Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on Leinkja at atkvøða til val í Íðkaranevndini

Úrslit frá HS Jól 12. og 13. desember 2025

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú fríggjakvøldið hin 12. og leygardagin hin 13. desember 2025. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá HS Jól 12. og 13. desember 2025

Føroysk úrslit 3. dag á EMS 2025

Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) royndi seg í dag í 100 rygg á EM á stuttgeil 2025 í Lublin, og varð har nr 27 av 30 við tíðini 1:02.53. Sostatt undir kravið til at hoyra til stig 2 í úrvalsskipan ÍSF, sum er at røkka topp-32 á EM, HM ella OL. Sí úrslitalistan her á omegatiming.com

Elisabeth í Lublin. Sabina Poulsen eigur myndina
Posted in Kapping | Comments Off on Føroysk úrslit 3. dag á EMS 2025

Føroysk úrslit 1. dag á EMS 2025

Fyrsti dagur er farin afturum á EM á stuttgeil 2025, og høvdu vit tveir svimjarar í hylinum. Lea O. Højsted (2008, Ægir) svam seg til úrslitið 1:10.83 í 100 bringu, og Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) til 1:01.81 eisini í 100 bringu.

Image courtesy of Rafal Oleksiewicz / Honest Media
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Føroysk úrslit 1. dag á EMS 2025