Her eru úrslitini frá svimjistevnuni HS Open, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 28. og sunnudagin 29. september 2024. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni HS Open, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 28. og sunnudagin 29. september 2024. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

Norðurlendski lívbjargingarbólkurin avgreiddi sín ársfund í Stocksund nær Stockholm nú týsdagin 24. og mikudagin 25. september 2024, við luttøku av eisini undirritaða forfólki SSF. Tveir góðir men drúgvir, hálvir dagar, nú vit endiliga kundu møtast aftur fysiskt, síðani 2019 og korona frá 2020.

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í svimjihøllini á Argjum, nú leygardagin hin 21. september 2024. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Her eru startlistarnir til Argja-stevnuna sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í svimjihøllini á Argjum í dag, leygardagin hin 21. september 2024. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Tíðarætlanin er:
Hetta vikuskiftið luttaka Líggjas og Jonna Joensen í svimjistevnuni Sparekassen Thy Cup 2024 í Thisted, saman við danska liði sínum Aalborg Svømmeklub. Og tað sær heilt gott út við útlitunum, har Jonna er nær heiðursmerkjum í 200 firvald, og Líggjas í serliga 400 og 800 frí. Sí Swimify

Svimjisambandið skipaði nú leygardagin hin 14. september fyri forfólkafundi, har starvsnevnd og umboð úr øllum okkara sjey feløgum viðgjørdu framtíðarætlanir SSF, umframt at eftirmeta strategi ÍSF. Eitt mál varð tíverri gloymt í rúgvuni, men verður tað so handfarið so-ella-so.

You must be logged in to post a comment.