Ægir (2006) setti á Atlantic Open 2023 stevnuni í kvøld føroyskt juniormet í 4×100 blandað fyri mix-lið, við at svimja 4:16.07 har metið hjá Ægir frá FM á stuttgeil í 2022 var 4:16.83. Tey sum svumu fyri Ægir, vóru Líggjas Joensen (1:02.94 í 100 rygg), Lea O. Højsted (1:14.01 í 100 bringu), Jonna Joensen (1:05.81 í 100 firvald) og Heini M. Askham (53.31 í 100 frí). Sí úrslitalistan her
Ægir 4:16.07 og juniormet í 4×100 blandað fyri mix-lið
Úrslit frá Atlantic Open 2023
So eru síðstu kappingar avgreiddar á Atlantic Open 2023, sum var ein jalig kappingum við nógvum góðum tíðum og persónligum betringum, umframt nøkur met og onkrar kravtíðir eisini. Úrslitini síggjast her á Swimify, her á livetiming.se, og her á SwimRankings, umframt í viðfestu fílu
Stroyming og úrslit frá Atlantic Open 2023
Svimjisambandið stroymar frá Atlantic Open 2023 her á YouTube. Úrslitini síggjast so hvørt her á livetiming.se og her á Swimify. Kravtíðirnar til Oyggjaleikir síggjast her
Continue readingÆgir 3:47.23 og juniormet í 4×100 frí fyri mix-lið
Ægir setti í kvøld stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra frísvimjing fyri mix-lið, tá ið tey á Atlantic Open 2023 stevnuni í Havn svumu seg til gull og úrslitið 3:47.23. Ægir átti juniormetið á 3:58.80, frá FM á stuttgeil í 2021. Sí úrslitalistan her
Lea 1:11.47 og føroyskt met í 100 bringu
Lea Osberg Højsted (2008) úr Ægir setti í kvøld føroysk met og juniormet í 100 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Atlantic Open 2023 stevnuni í Havn svam seg til úrslitið 1:11.47. Ásbjørg Hjelm átti føroyska metið og juniormetið á 1:11.53, frá FM á stuttgeil í 2015. Sí úrslitalistan her
Isak 2:06.94 og ájavnt við juniormetið í 200 firvald
Isak Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjifelag svam í gjár ájavnt við føroyska juniormetið í 200 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, tá ið hann á Atlantic Open stevnuni í Havn svam hendan tein uppá 2:06.94, har juniormetið hjá Óla Mortensen frá 2014 var og er júst hendan tíð. Sí úrslitalistan her